Grikkaland var ov stórur biti

U21 EM undankapping: Føroyar løgdu seinnapartin rygg til trivaligt tap á útivølli ímóti Grikkalandi

Myynd: Rás1/Televarpið

Tað var nógv, ið ikki tørnaði soleiðis út, sum føroyingarnir í Grikkalandi í dag høvdu ætlað.

 

U21 EM undankappingardysturin endaði við 3-0 tapi eftir 1-0 í 1. hálvleiki.

 

Málið í 1. hálvleiki var staðfesting av, at hetta var ikki dagurin hjá føroyska liðnum. Fýra minuttir vóru farnir, tá ið føroyingarnir mistu mitt á egnari hálvu, meðan allir spælararnir vóru á veg fram. Heimamenninir gjørdu skjótt av, og tá ið føroyska verjan ikki var í javnvág, endaði tað við, at Christos Tzolis, sum fær løn fyri at spæla fótbólt í Fortuna Düsseldorf í Týsklandi, rann seg leysan innanfyri verjuna og sendi bóltin millum beinini á Ara í Haraldstovu Petersen í føroyska málinum.

 

So var talan um mótbrekku, og tað hevði føroyska liðið alla orsøk at iðra seg um, tí tveir minuttir frammanundan hevði føroyska liðið risastóran møguleika at leggja seg á odda. Støðan var heilt góð, men tað endaði við skoti frá miðvallaranum Gullbrandi Øregaard, sum málverjin ongar trupulleikar hevði at bjarga.

 

Hóast Grikkaland var omaná og spældi seg til málmøguleikar, so var hálvleiksstøðan 1-0, og tað mundi føroyska liðið ikki vera heilt misnøgt við, tí talan var um mistøk og nógvar óneyvar sendingar í uppspælinum.

 

Eftir steðgin, tá ið føroyingarnir av álvara tóktust ætla sær at vísa rættan hugburð og bæði stríðast og spæla fyri søkini, var tað sum vátur vøttur at fáa í andlitið, tá ið Grikkaland fimm minuttir eftir steðgin økti um leiðsluna.

 

Uppspælið var í høgru, og tá ið føroyski málverjin ikki megnaði at beina bóltin burtur, so var miðframherjin Georgios Koutsias, sum umboðar Chicago Fire, fyrstur á og hælaði bóltin afturum seg og dygst inn við stólpanum. So var 2-0, og tá ið so Nikolaos Zouglis seks minuttir seinni rann og sneiddi seg leysan í høgru og legði bóltin í handara síðunetið, var allur spenningur burtur.

 

Síðsta hálva tíman var tað nógv aftur og fram. Tá ið 10 minuttir vóru eftir, sá Georgios Koutsias reyða kortið, og føroyingarnir løgdu nógv fyri í royndini at minka um munin, men tað eydnaðist ikki.

 

Næsti dystur verður 20. mars í 2024, tá ið Portugal á útivølli verður mótstøðuliðið.

 

 

 

Grikkaland – Føroyar 3-0 (1-0)

 

U21 EM undankapping

 

Á Theodoros Kolokotranis Tripoli Askadia stadion í Tripoli í Grikkalandi hósdagin 16. november 2023 kl. 16.00

 

1-0:  Christos Tzolis 5.

 

2-0: Georgios Koutsias 51.

 

3-0: Nikolaos Zouglis 57.

 

Dómarakvartett úr Kosovo: Mervan Bejtullahu, Fatlum Berisha, Granit Hyseni og Eridon Podvorica (4. dómari)

 

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Signar á Brúnni (Martin Agnarsson, 46,), Áki Johannesen (Poul Kallsberg, 87.), Børge Petersen, Elias Rusborg, Ási Dam – Áki D. Samuelsen (Heini Sørensen, 63.), Noah Mnenéy, Gullbrandur Øregaard (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 75.), Olaf Bárðarson – Jørgen Nielsen (Gutti Dahl-Olsen, 63.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Nilsson, Bergur J. Poulsen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner

 

Gult kort: Gullbrandur Øregaard, Noah Mnenéy, Jørgen Nielsen

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen

 

Myynd: Rás1/Televarpið