Grikska stjórnin bíðar nú við spenningi eftir dóminum frá nøkrum útlendskum talserfrøðingum, sum hava hugt at tí almenna roknskapinum og ætlanunum hjá stjórnini fyri at meta, um Grikkaland lýkur treytina fyri at fáa meiri pengar.
Tað eru serfrøðingar hjá Evropasamveldinum, Altjóða Gjaldoyragrunninum og Evropeiska Miðbankanum, sum hava verið í Athen og tingast við fíggjarmálaráðið har og hugt at teimum ymsu almennu tølunum. Grikski fíggjarmálaráðharrin, Evangelos Venizelos, segði í dag, at vitjanin hjá serfrøðingunum er avgerandi fyri landið, men eisini fyri evruna, legði hann afturat.
ES, IMF og ECB samdust í mai í fjør um at læna Grikkalandi 110 milliardir evrur, sum skulu forða fyri, at landið skal fara á húsagang. Í næsta mánað er væntandi einki eftir á kistubotninum í grikska fíggkjarmálaráðnum, sum tí hevur brúk fyri meiri pengum. Higartil hava grikkar fingið 50 av teimum 110 milliardunum, og nú skulu serfrøðingarnir so siga, um landið lýkur treytina fyri at fáa hinar 60 milliardirnar, áðrenn kistan er tóm í næsta mánað.