Tjóðartingið í Grikkalandi samtykti í kvøld eitt sera umstrítt uppskot um ognarskatt, sum er ein partur av tiltøkunum, ið skulu bøta um landsins ovurstóru fíggjarkreppu.
ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava kravt, at teir griksku politikararnir skulu framja umfatandi sparingar, samstundis sum teir skulu útvega ríkiskassanum eyka inntøkur. Tað er treytin fyri, at Grikkaland kann fáa hjálp.
Uppskotið um ognarskatt fekk atkvøðurnar frá øllum teimum 154 tinglimunum hjá tí sosialistiska stjórnarflokkinum, og tað var nóg mikið til at tryggja uppskotinum meiriluta í tjóðartinginum, sum hevur 300 limir.