Grikkar vilja ikki hoyra talan um sparingarnar, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava álagt landinum, fyri at tað kann fáa hjálp til at sleppa ígjøgnum ta sera álvarssomu kreppuna.
Roknað verður við, at ein meiriluti í tjóðartinginum í Athen fer at atkvøða fyri sparingunum í næstu viku. Men sambært einari nýggjari meiningakanning hevur tann meirilutin í tinginum ikki fólkið aftan fyri seg. Kanningin, sum blaðið Eleftheros Typos almannakunnger, vísir, at 73,1 prosent av teimum spurdu eru ímóti sparingunum, sum umframt sparingarnar hava hægri skatt við sær.
Blaðið hevur eisini spurt fólk, hvussu tey høvdu atkvøtt, um tjóðartingsval hevði verið nú. Her svara 20,8 prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri tí sosialistiska Paok-flokkinum hjá George Papandreou, forsætisráðharra. 22,9 prosent siga, at tey høvdu atkvøtt fyri tí konservativa andstøðuflokkinum, men heili 24,8 prosent siga, at tey vita ikki, hvørjum tey høvdu atkvøtt fyri.