Grikkar taka evrurnar úr bankunum

Orsakað av óvissuni undan tjóðartingsvalinum sunnudagin eru grikkar farnir at taka sínar evrur úr landsins bankum, og grikskir fjølmiðlar skriva, at millum 100 og 500 milliónir evrur verða tiknar út um dagin.

Embætisfólk hava upplýst, at í mai vórðu millum fimm og seks milliardir evrur tiknar úr bankunum, og at gongdin hevur verið tann sama í hesum mánaðinum. Bankastarvsfólk siga, at síðani búskaparkreppan tók seg upp síðst í 2009, eru umleið 80 milliardir evrur tiknar út úr teimum griksku bankunum.

Av tí at tað ikki bar til at skipa stjórn aftan á tjóðartingsvalið tann 6. mai, verður nýval sunnudagin. Tann stóri spurningurin er, um valið fer at loysa tann politiska trupulleikan, og um Grikkaland fer at lúka treytirnar, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava sett landinum fyri at veita tí hjálp.