Fleiri serfrøðingar bera nú ótta fyri, at tann álvarssama búskaparkreppan í Grikkalandi kann vera byrjanin til eitt evropeiskt skrædl. Morten Kongshaug, sum starvast á partabrævadeildini hjá Danske Bank, sigur við Børsen, at grikska kreppan kann vera byrjanin til eina nýggja kreditkreppu í Evropa.
Morten Kongshaug sigur, at tað ber næstan ikki til at siga, hvørjar avleiðingar kreppan í Grikkalandi kann fáa. Hann leggur tó afturat, at tað ber til at forða fyri enn einari evropeiskari kreppu, um neyðug tiltøk verða sett í verk nóg skjótt.
Thomas Thygesen, sum arbeiðir í svenska SEB-bankanum, er samdur við Morten Kongahaug, skrivar Børsen.