Tað verður 36 ára gamli, Thanasis Tzilos úr Larissa í Grikkalandi, ið skal døma dystin í Champions League undankappingini millum Young Boys Bern og KÍ í Bern í annaðkvøld klokkan 19.15.
Thanasis Tzilos er ikki uttan altjóða royndir. Hann hevur higartil dømt tríggjar Europa League dystir, tveir UEFA Youth League dystir, fýra U21 landsdystir og ein EM-undankappingardyst millum Belgia og San Marino, ið Belgia vann 9-0.
Farna týskvøld dømdi Thanasis Tzilos dystin í Europa Youth League millum FC Midtjylland og Ajax Amsterdam, ið Ajax vann 3-1.
Undan jólum í 2018 fóru allir teir griksku fótbóltsdómararnir í samhugaverkfall. tí Thanasis Tzilos varð sligin niður uttanfyri heim sítt í Larissa.
Thanasis Tzilos endaði á sjúkrahúsinum við skaðum í høvdinum og á knænum. Tað vildu hinir dómararnir ikki finna seg í, og teir fóru í samhugaverkfall, og eingin dystur í griksku fótbóltskappingini var leiktur tað vikuskiftið.