Grill og kiosk aftur á Eiði

Fyri stuttum læt upp nýggj kiosk á Eiði, og í kvøld, mikukvøld, letur grillin, sum hoyrir til kioskina eisini upp

Eiði: Nú hava eiðisfólk endiliga fingið kiosk aftur. Seinastu tíðina hevur ongin kiosk verið á Eiði, burtursæð frá Statoil, sum hevur eini lítil høli í bygdini.
Men seinast í maj mánaði lat kioskin á keiini, sum hon verður kallað, upp.
Tað eru teir báðir Hans Ove Johansen og Ove Hentze, sum eiga kioskina.
Hetta er ongin nýggj kiosk. Hon er nevniliga flutt úr Gøtu til Eiðis, tí talan er um gomlu kioskina hjá Halluri í Gøtu. Har er tó alt gjørt í stand, og hon er sum nýggj nú.
Í kvøld, mikukvøld, letur grillin, sum hoyrir til kioskina eisini upp. Har verður allur vanligur grillmatur at fáa.
Ætlanin var, at bæði kioskin og grillin skuldu lata upp í senn, men tá verkfallið var, og ongin vøra var eftir í bygdini, varð gjørt av at lata kioskina upp eitt sindur fyrr enn ætlað.