Grind deyð á Borðoyavík í nátt

Í nátt hevur ein grind lagt beinini á Borðoyavík. Tað var klokkan eitt í nátt, at ein grind varð sædd úr Árnafirði. Nakrir bátar fóru til hana og tað gekk væl at reka grindina. Hon fór, mestsum av sær sjálvum, inn á Borðoyavík, og har varð hon hildin til.

 

Grindin var ikki stórt, tí løgreglan sigur, at 29 hvalir løgdu beinini. Grindin verða býtt ímillum tey, sum vóru við í drápinum. Men tað var mitt í nátt, og tað var ikki nógv fólk í grind, so tey fáa rættiliga fitt í part, sigur løgreglan.