Grindin, sum funnin var norðan fyri Hósvík í morgun hevur nú lagt beinini í Hvalvík. Ein leyslig meting sigur, at grindin er góðar 100 hval, sigur løgreglan
Hvalirnir vera í løtuni sleipaðir inn á bryggjuna í Hvalvík og kunngjørt verður út á seinnapartin, nær seðlarnir koma út.
Tað var klokkan 06.38 í morgun, at ein grind varð funnin í Sundalagnum, ímillum Hósvík og Breiðá.
Løgreglan heldur, at talan er um somu grind, sum fólk sóu eystanfyri Nólsoynna.
Men tá kom myrkur á og í samráð ímillum grindaformenn og sýslumannin, varð avrátt at lata hana fara, tí tað var so myrkt.