Ein grind var funnin í morgun 16 fjórðingar norð úr Eiðiskolli.
Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoy, sigur, at ein bátur hevur verið hjá henni, men at fleiri nú eru komnir til og teir fara at royna at reka hana inn á Tjørnuvík.
Seinasta var, at hon er komin ein fjórðing nærri landi nú, so raksturin kann taka eina løtu.
Sum skilst er grindin hampuliga stór, men enn er ov tíðliga at siga júst hvussu stór hon er.