Ein grind liggur í løtuni uttanfyri Havnarvág. Grindin verður helst hildin til hvørja løtu Ov fáir bátar hava verið hjá grindini, og tí hevur verið bíðað við at reka hana inn. Nógvir bátar eru á veg út til grindina, so sambært vakthavandi á Løgreglustøðini í Havn, verður hon helst skjótt hildin til í Sandágerði.
Grindin var funnin við út fyri Kirkjubønes um hálvgunsekstíðina í morgin. Talan er um ein hampuliga stóra grind, heldur løgreglan.