Í dag er seinasti møguleiki at síggja myndaframsýningina, "Grind í karry – mentanarligt ríkidømi", í Gallarí Ribarhúsi í Fuglafirði.
Hetta er ein áhugaverd framsýning um ymiskar tjóðskapir í Føroyum, sum eisini varð víst fram á Mentanarnáttini 2015 í Havn.
Tað eru Annie Heinesen og Pernille Heinesen, sum hava samskipað myndatøku og framsýningina, og tað er Amy Hansen (Amy & Edna), sum hava tikið myndirnar.
Framsýningin læt upp í Gallarí Ribarhúsi sunnudagin 6. mars og verður opin til og við í dag, 9. mars frá klokkan 15-17.30, tá Piddasahandil í Ribarhúsi eisini er opin.
- Í Føroyum eru skrásett fólk við ríkisborgararætti í út við 100 ymiskum londum. At tað búgva fólk úr so nógvum ymiskum londum eru mong neyvan greið yvir.
Í faldaranum til myndaframsýningina verður sagt, at málið við framsýningini er at varpa ljós á, hvussu mentanin hjá hesum fólkum verður flættað saman við føroyskari mentan.
- Framsýningin er ein upptakt til eina bók um evnið og vísir í fyrsta umfari eitt innlit í fólkasamansetingina her á landi, verður lagt aftrat.