Grindaboð vóru í gjár. Boðini komu klokkan ellivu, og tá var grindin uttanfyri Velbastað. Um hálvgum trý tíðina varð grindin hildin til í Leynum.
- Hon var eitt sindur trek at reka. Hon kavaði illa og hevði hug at ganga í tveimum bólkum, sigur Ivan Klein Olsen, sýslumaður í Vestmanna.
Grindin var upp á 84 hval og 661 skinn. Knapt 600 fólk vóru á sandinum, og 61 bátar vóru við í drápinum. Tað varð til 856 partar í alt.
-hkm