Hetta var tann triðji og seinasti fyrilesturin í Torravikuni, har bókasavnið var nærum fullsett.
Pál greiddi frá søguligu gongdini um dálking av ymiskum sløgum, og hvussu menn úti í heimi vórðu varugir við ávirkan á mannaheilan, nervalagið, skynvísið, æðrakálking og ymiskt annað í hesum sambandi og annars á mannakroppin og gerandisdagin hjá nógvum fólkum.
Nøgdir av t. d. PCB og kviksilvur, sum fyrr vórðu hildnar at vera ikki so skaðiligar, høvdu, sum árini eru liðin, víst seg at hava størri árin, enn fyrr hildið.
Pál vísti á tríggjar ymiskar kanningarhættir, sum hann hevði verið partur av, har hópin av fólki í Føroyum vóru kannað. Alt peika á tað sama – PCB og kviksilvur er skaðiligt.
Samstundis er ávíst, at føroyingar hava munandi størri nøgdir av PCB og kviksilvur í kroppinum, enn øll rundanum okkum – kanska eini 10 ferðir so nógv PCB, sum ein, ið býr í New York.
Hesar stóru nøgdirnar verða tilskrivaðar grindahvalinum, sum vit eta, og sum inniheldur hópin av hesum og øðrum vandamiklum evnum. Verður etið bert smáar nøgdir av grind - 100 g, so eru vit longu at og omanfyri tilráddu markvirðini av vandamiklu evnunum, sum grind inniheldur.
Etivanar
Ein kanning av etivanum hjá barnakonum í Føroyum í 1982, sum er samanborin við etivanar í 2001 vísir, at tær eta helmingin av fiski – og ein 1/10 av spiki í 2001 í mun til í 1982.
Ta skerdu spiknøgdina fegnast Pál um! Men tað harmar hann almikið at fiskanøgdin er farin niður í helvt. Tað vísir seg, at etur tú fisk í rímiligum nøgdum, væl meir enn nú, so hevur fiskur gagnliga ávirkan á, at serliga PCB og lutvíst eisini kviksilvur ikki verður upptikið í kroppinum.
Parkinson
Í norðurlondum hevur Føroyar størsta títtleika av Parkinson – í mun til Noregi og Danmark hevur Føroyar tvífalt so stóran títtleika av Parkinson sjúku. Føroyar kunnu samanberast við Grønland í títtleika, tó at vit liggja hægri. (eta eisini sjódálkað feitt)
Parkinsons sjúklingar siga seg hava etið meira grind og spik sum vaksin, enn fólk, sum ikki hava parkinson. Afturat hesum, og at títtleikin er so stórur í Føroyum, verður hildið, at hetta kann geva ábendingar um, at samband er millum PCB og kviksilvur og Parkinsons sjúku.
Laboratorii- og djórakanningar vísa, at kviksilvur ávirkar dopaminmongdina í heilanum, sum so aftur hevur ávirkan á Parkinsons sjúku.
Ein áhugaverdur fyrilestur, sum stuðlaði undir TILMÆLIÐ um ikki at eta grind.
Aftaná vóru áhugaverdir spurningar settir og gott kjak. Umboð fyri Grindamanna-felagið vóru eisini við at lurta og seta viðkomandi spurningar til Pál Weihe, yvirlækna.