Fyri 45 minuttum síðani varð boðað frá grind út fyri Kvívík.
Politiið visti ikki nógv at siga um grindina, burtursæð frá, at talið liggur um 55 hval, og at grindin liggur millum Kvívík og Stykkið.
Sagt verður, at sýslumaðurin er farin til Kvívíkar at meta um støðuna.
Enn er ikki greitt, um bátar eru hjá grindini.
in.fo fylgir málinum.