Grindaboð í Havn

Nakrir bátar eru hjá henni og fleiri eru á veg

 

Ein hampiliga stór grind er í Nólsoyarfirði. Ætlanin er at reka grindina inn á Havnina, upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður, fyri in.fo beint nú.

Boðini komu fyri 15 minuttum síðani, og hann veit ikki meira beint nú, men meira verður á in.fo um eina lítla løtu.

Løgreglan sigur, at nakrir bátar eru hjá grindini, og teir eru farnir undir at reka hana til Havnar, og gongst sum ætlað verður tað ikki leingi, so verður hon hildin til.

 Dagførin: Verður rikin inn á Sandágerð nú