Brimil hevur funnið eina grind góðar fimm fjórðingar úr Ennibergi. Hesum boðaði Brimil frá klokkan 6:30 í morgun.
Sambært Norðlýsinum var grindin um áttatíðina 7,5 fjórðingar úr Nakkinum á Kunoynni:
Brimil og ein sundabátur eru hjá grindini, tað gongur illa at fáa rakstur á grindina. Umframt bátin úr Hvannasundi og Brimil royna tveir mobbátar av Brimli eisini at fáa rakstur á grindina, skrivar Norðlýsið.