Fyri eini løtu síðani varð boðað frá grind í Sandvík. Bólkurin stendur og grindar mitt á fjørðinum í Sandvík, og bátar eru á veg úr Hvalba til grindina og tann fyrsti er komin, og aðrir eru á veg
Jaspur Vang, sýslumaður, vísir á, at Sandvík er ikki hvalvág, so hann hevur givið boð um at grindin skal rekast heim um, til Hvalbiar. Men tað er tvassut í sjónum um Nesið, so tað verða helst bara helst teir størru bátarnir, sum fara til grindina, siga grindamenn.