Grindaboð í Svínoy

Fyri løtu síðani varð boðað frá grind í Svínoy.

 

Tað vóru fólk á landi sum sóu grindina út fyri Eiði í Svínoy, sigur løgreglan. Grindaformenninir í Norðoyggjum hava fingið boðini, sigur løgreglan.

 

Gindin liggur útfyri Svínoyarvík og síðst vit vistu, var ongin bátur hjá henni og tí ber heldur ikki til at siga, hvussu stór hon er, sigur løgreglan.