Reka lítla grind inn á Kollafjørð

Bátar eru hjá grindini, og hon verður hildin til hvørja løtu

Fyri einari løtu síðani fekk politiið fráboðan um eina grind. Tveir bátar eru hjá grindini, sum fyri løtu síðani var í Sundalagnum við munnan til Kollafjørð, sigur vakthavandi hjá politinum.

 

Boðini eru farin út til sýslumenn og grindaformenn í økinum.

 

Sum nú er, so er ætlanin, at hon skal haldast til. Men hvar er óvist enn, sigur politiið.

 

Tað er eisini óvist, hvussu stór grindin er, men sum politiið skilir á lagnum, so vóru tað einir seks hvalir omaná.

 

Grindaformaður í Kollafirði sigur, at grindin verður hildin til hvørja løtu í Kollafirði. Innan fyri hálvan tíma. Talan er um eina lítla grind, og har eru nokk av fólki.