Á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum leygardagin greiddi Kristina Djurhuus Christiansen, fólkalívsfrøðingur á Tjóðsavninum, frá um hetta. Tað er hon, sum arbeiðir við at menna skránna "Livandi Mentan" vegna Mentamálaráðið.
Hon greiddi frá átakinum "Livandi Mentan", sum kann síggjast sum nakað, sum fer í arv frá ættarlið til ættarlið og verður endurksapt í samstarvi við náttúruna.
– Globaliseringin setur tjóðir og siðaarv og mentan undir trýst. Tí ræður um at forða fyri, at siðaarvurin verður gloymdur, segði hon.
– Grindadráp er siðaarvur og hevur uppiborið viðurkenning. Tað er umstrítt evni, men við hesum kann man seta fokus á onnur ting. Til dømis at tað er fólkslig luttøka, tað er solidariskt, snýr seg um tonsvís av mati og um burðardygga veiðu. Eisini kann man leggja fokus á, at vit hava ment grindadrápið. Vit hava tikið ímóti kritikki og betra um tað, segði Kristina Djurhuus Christiansen.
UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi kom í gildi í Føroyum 1. oktober 2018. UNESCO er ein stovnur undir ST, ið arbeiðir við vísind og mentan. Av tí at Føroyar hava fingið atlimaskap í UNESCO, fáa vit atgongd til netverk og føreikar í UNESCO felagsskapinum, og harvið kunnu vit seta okkum mál og mið á altjóða støði, greiddi Kristina Djurhuus Christiansen frá.
Føroyski báturin - bátasmíð, siðir og brúk var fyrsta evnið í skránni yvir siðaarv føroyinga. Føroyski dansurin er eisini lagdur afturat skránni, og nú skal grindadráp eftir ætlan eisini sleppa upp í part.