Grindadráp á Havnarvág undir krígnum

Myndin omanfyri er av grindadrápi á Havnar ? á Eystaruvág. Okkum er ikki heilt greitt ? men helst undir krígnum.

Sum vit síggja, so er nógv broytt kring eystaru vág í Havn hesi árini. Stóra havnarútbyggingin broytir umhvørvið nógv, ikki minst økið á Krákusteini og yviri í Trøð, har nógv er sprongt burt, og har nógv hús máttu dvína.
Pakkhúsið hjá Pola í Dali uttast høgrumegin varð tikið burtur miðskeiðis í fimmtiárunum. Har hevði Venzel Petersen smiðju eitt skifti. Uppi á Krákusteini ? ovast til høgru ? síggja vit húsini hjá Niels á Krákusteini. Nakað heimanfyri síggja vit húsini hjá Hákun Djurhuus, fyrrverandi løgmanni, sum Kristian Djurhuus, eisini fyrrverandi løgmaður, bygdi. Hann seldi tey seinni til Poul Niclasen, sum var tingmaður og blaðstjóri á Dimmalætting.
Leif Mohr búði eitt skifti í hesum húsum, og seinni, helst beint eftir kríggið, búði Johan Djurhuus har eitt skifti, sonur Kristian Djurhuus, sum í mong ár var skrivstovustjóri í landsstýrinum
Heiman fyri hesini húsini síggjast »Kontrollørhúsini«, har postkontrollørurin, vanliga nevndur »Spiral Hansen« búði.
Síðani síggjast húsini hjá Leif Mohr, sum Martin Djurhuus, postkontrollørur, bygdi. Har veiftrar Dannebrog, so uttan iva er myndin tikin áðrenn Leif Mohr keypti húsini.
Tey lágu, hvítu húsini, sum síggjast heiman fyri hjá Leif Mohr, eru húsini hjá Hans Jacob Jacobsen, betur kendur sum Hans Jákup í Smæruni.
Niðri á Kongabrúnni síggjast eitt nú Stephanssons Hús. Tey bygdi Jóhannes Stephansson í 1924. Uttast vinstrumegin sæst pakkhúsið hjá DFDS. Síðan húsini, har Heimavirkið helt til í mong ár. Hetta var helst fyrsta skrivstovan hjá Skipafelagnum, tí navnið hjá Skipafelagnum sást koma undan har, einaferð málingin varð slitin burtur, minnast fólk. Húsini framman fyri Stephansonsshús hevði skeltið »Rør og Sanitet«. Har høvdu Børge Rubek-Nielsen og Tórstein Poulsen hjá Ludvig Poulsen smiðju.
Skjøldurin, sum sæst aftan fyri hetta húsið, er tann á húsunum hjá Marius Jensen, vrakara. Hesi húsini vóru sermerkt, m. a. tí, at inngongd var gjøgnum kvist, sum vendi móti Skansavegnum. Har var ein brúgv frá Skansavegnum yvir til kvistin, og har gingu fólk so inn í húsini.
Innan fyri Stephanssons hús sæst Ólastova, svarta flagtakta húsið, sum stendur har enn ? sum eitt prýði. Ólastova var barnaheimið hjá Kristiani Djurhuus, sum var sonur Hans Andreas Djurhuus, Dia í Ólastovu.
Innan fyri tey sæst Rósuborg, høga hvíta húsið, sum í dag er partur av bygninginum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Hesi húsini bygdi Husted-Andersen, sakførarin, og vórðu tey nevnd eftur konu hansara, Rósu. Gjaldstovan hevði til húsa í Rósuborg í mong ár.
Húsini framman fyri Ólavstovu eru gomlu Kákhúsini.