Sandoyggin hevur verið nakað í fokus, nú felagsskapurin Sea Shepherd er í Føroyum og ansar eftir, at føroyingar ikki drepa hval. Borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, hevur sagt sína meining um virksemið hjá SS-fólkunum, og tað hevur borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, eisini.
Bæði í Skopun og á Sandi hava kommunurnar stongd bátadráttir fyri Sea Shepherd-fólkum, og á Sandi hevur borgarstjórin eisini sýtt hesum fólkum atgongd til alment wc og teir fasilitetir, sum kommunan annars bjóðar fólki í oynni og ferðafólki annars sum koma á vitjan.
Á sínari facebook-síðu skrivar borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, sunnumorgunin nakrar reglur um hesi viðurskifti. Umframt at vera borgarstjóri, er hann eisini grindaformaður.
Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu tekur ikki undir við Sea Shepherd, sonevndu generalunum aftanfyri felagsskapin og teirra “propagandamaskinu”, sum hann rópar tað.
Linjohn ásannar, at tað er ógjørligt hjá okkum føroyingum at vinna á Sea Shepherd. Hinvegin heldur hann, at føroyingar kunnu vinna á hesum fólkum við at fáa tey í part við okkum, sum eina møguliga loysn á einum trupulleika.
- Í dag hava vit væl fyriskipað grindadráp, men tað er ikki okkum føroyingum fyri at takka. Fyrr var grindadráp eitt satt djóramorð. Ágangurin uttanífrá gjørdi støðuna til tað, hon er í dag.
Borgarstjórin vísir á, at undir amerikanska borgarakrígnum helt Abraham Lincoln røðu, har hann við sympatii umrøddi rebellarnar í suðurstatunum. Røðan fekk øði í eina eldri kvinnu, sum við lív og sál helt við norðurstatunum. Hvussu kunnu tygum røða so vinaliga um tínar fíggindar? Skuldi tú ikki heldur hugsað um at beint fyri teimum? spurdi kvinnan.
Linjohn Christiansen vísir á, at svarið hjá Abraham Lincoln er vorðið klassiskt: - Sig mær kvinna. Beini eg ikki fyri mínum óvinum, um eg geri teir til mínar vinir?
Í sínum íkasti spyr borgarstjórin, um tíðin ikki er komin til, at vit føroyingar strúka okkum um ennið.
- Er føroyska mentanin so skirvislig, at nakrir ungir vegetarar kunnu seta hana í vanda nakrar krákumánaðir? Hesi ungfólk eru ikki nøkur brótaraross, ið vilja gera seg inn á mentan okkara. Endamálið er eittans - at verja nøkur djór, sum tey eru góð við. Tey eru sera bilsin av okkara vøkru náttúru og framkomna landi.
Linjohn Christiansen gevur fólki rætt í, at ein skynsamur almennur politikkur at takla støður sum hesa væl kundi verið meira frammi.
- Ein felags niðurstøða er nógv sterkari enn tað, sum nú gongur fyri seg. Mín støða er greið. Mær dámar betri støðuna hjá Abraham Lincoln enn hana hjá kvinnuni. Haldi ikki, vit skulu vera smásár, men heldur lata hesi ungu sleppa avstað aftur uttan daprar upplivingar, sigur borgarstjórin og grindaformaðurin í Skálavík.