Grindafyrilestrar á Sunda Bókasavni

Dorete Bloch Danielsen og Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum halda fyrilestur um grindakanningar og grindamerking á Sunda bókasavni

Fyrilestur

Føroya Náttúrugripasavn hevur í mong ár skipa fyri kanningum av grind. Dorete Block Danielsen fer at greiða frá um gomlu grindahagtølini, lívfrøði so sum føði, aldurbýtið, kynsbýtið, nøring og vøkstur hjá grindhvali og um hvussu gamla grindamátið samsvarar við støddina á hvalunum.
Bjarni Mikkelsen fer at greiða frá merking av grindahvalum og hvørjar upplýsingar um ferðing og kaving kunnu fáast burtur úr hesum.
Fyrilestarnir vera í Skálanum á Norðskála - Oyrar skúla týskvøldið klokka 20. Bókasavnið vísir fram greinar og bøkur um grind og hval, og eldri og sum nýggjur grindareiðskapur verður at síggja.