Fríggjadagin bórust boðini, at týska fyritøkan Aida, ið skipar fyri cruiseferðum, hevur avlýst tríggjar komur til Klaksvíkar seinni í summar.
Stjórin í Visit Tórshavn, Theresa Turidardóttir Kreutzmann, sigur at tað er vanligt, at útlendingar gera vart við seg aftaná eitt grindadráp.
- Hvørja ferð grindadráp hevur verið, so kemur ein reaktión. Tað er so einkult. Tá kemur ein floymur av ófantaligum teldupostum.
Nýggja grindalógin elvir tó til stúran hjá ferðavinnuni. Hóast avleiðingarnar ikki merkjast her og nú, so kann tað broytast framyvir.
- Drepa vit grind, so gera vit tað. Tað havi eg fulla virðing fyri. Men er ein orðing í ordan, ið kann gera at fólk velja Føroyar frá. Um man heldur tað, so má man eisini taka avleiðingarnar av tí.
- Vit merkja einki her og nú, men tað er hvat hendir framyvir, ið vit stúra fyri. Ferðamannaskipini eru her fram til september, so tey eru í tí støðuni, at tey kunnu finna eina grind. Um tað hendir, so eru tey við lóg áløgd at boða frá ella taka við avleiðingunum. So tað er nakað, ið tey spyrja um.
Ferðavinnan virðir tó tær politisku avgerðirnar, ið verða tiknar, men stjórin í Visit Tórshavn vísir á, at man kann spenna bein fyri góðu gongdini hjá ferðavinnuni.
- Í løtuni uppliva vit eitt boom í ferðafólkatalinum. Spurningurin er, um man vil seta tað í vanda við hesi grindalógini, har ferðafólk eru áløgd at boða frá grind. Um so er, so má man taka avleiðingarnar av tí eisini.
- Um støðan hjá politikkarunum er tann, at ferðafólk bara skulu halda seg burtur, um tey ikki tola grindadrápið, so má man virða tað. Men tá man hevur gjørt íløgur fyri nógvar milliónir krónur í at fáa ferðafólk hendan vegin, so er tað at kasta pening út gjøgnum vindeyga.
Theresa Turidardóttir Kreutzmann leggur dent á, at hon og onnur í ferðavinnuni einki hava móti sjálvum grindadrápi, men at tey sum fakfólk eru stúrin fyri hvørja ávirkan nýggja grindalógin kann hava fyri ferðavinnuna.
- Eg havi fulla virðing fyri, at vit drepa grind, men tað hevði verið løgið, um vit í starvast í ferðavinnuni ikki siga frá, tá nýggja lógin kann ávirka okkara øki.