Kaj Leo Holm Johannesen nært við grindadrápið í sínari ólavsøkurøðu, og hann viðurkendi, at grindalógin møguliga er ov strang.
- Aftur í ár royna felagsskapir at forða okkum í at drepa grind.
Støðan hjá landsstýrinum í hesum máli er greið. Vit halda fast við okkara rætt at drepa grind. Stovnurin er ikki hóttur, veiðan er burðardygg og væl skipað, og djóravælferð er í hásæti. Føroyingar hava dripið grind í øldir, og grindin er framvegis eitt kærkomið ískoyti til húsarhald kring landið, segði løgmaður
- Landsstýrið, løgreglan og kommunur arbeiða saman um at tryggja, at drápini kunnu ganga væl. Nýggja grindalógin, ið hevur til endamáls at tryggja, at grindadráp ikki verður órógvað av óviðkomandi, hevur verið fyri atfinningum, tí hon ásetur harða revsing fyri ikki at boða frá grind.
- Eg haldi, at vit eiga at eftirmeta hesa lógina í heyst og vita, um tað er skilagott at taka hesa atfinning til eftirtektar, segði Kaj Leo Holm Johannesen.