Føroyar eru við í einum felagsskapi, sum eitur NAMMCO, og hesin felagsskapur ger eitt gott og miðvíst arbeiði fyri limalondini. Eitt av endamálunum hjá NAMMCO er at fyrisita allar havsúgdjórastovnarnin í Norðuratlantshavi soleiðis, at veitt verður úr teimum burðardygt, t.v.s. so nógv at stovnarnir alla tíðina eru førir fyri at nøra um sínar egnu stovnar (positivt burðaravlop). Fylgt verður gjølla við gongdini í støddini á hvalastovnunum við regluligum hvalateljingum. Limalondini í NAMMCO hava fingið nógvar ákoyringarnar frá djóraverndarfelagsskapum. Fyri at mótprógva ákoyringarnar, arbeiðir NAMMCO eisini miðvíst á einum vísindaligum støði. Her skulu vit føroyingar bara hugsa um grindakanningarnar upp ígjøgnum 80-ini og 90-ini. Hesar kanningar eru ikki lidnar enn. Ætlanin er at seta fylgisveinasendarar á grindahvalir í summar og so yvir fylgisvein fylgja gongdini hjá ávísum hvalum/bólki. Hesa gongd vita vit alt ov lítið um sum er. Ætlanin er so dagliga at kunna um, hvar teir merktu hvalirnir eru.
Síðsta summar var ein NAMMCO-eygleiðari her og eygleiddi eitt grindadráp. Áðrenn eygleiðarin kemur hevur hann sett seg gjølla inn í lógir og reglugerðir viðvíkjandi grind og grindadrápi, og so er uppgávan at eygleiða okkum føroyingar, um vit gera sum politikkarnir (umsitingin) sigur, at vit skulu gera. Eygleiðarin ger síðani eina frágreiðing til NAMMCO, og haðani frætta so øll limalondini um støðuna viðvíkjandi avlívan av havsúgdjórum í limalondunum Eisini kunnu lond uttanfyri NAMMCO fáa frágreiðingarnar. So áheitanin til allar føroyingar skal tí vera: gerið arbeiðið í grind so væl og samvitskufult, at ongin skal hava nakað at fýlast á. Vit kunnu vænta, at eygleiðarar vera her aftur í summar. Ein góð frágreiðing frá teimum talar okkara søk ? eitt gott arbeiðið gevur eina góða frágreiðing, eitt vánaligt avrik eina vánaliga frágreiðing. So lat okkum altíð hugsa um hetta.
Til fundin á Skála mikukvøldið og á Sandi næsta mánakvøld, hevur felagið sett saman eina áhugaverda og fjølbroytta skrá.
Skráin mikukvøldið tann 8. mars á Skála verður hendan:
?Jústines Olsen, djóralækni, kunnar um at drepa grind
?Anna Maria Norby, landmátari frá Landsverkfrøðinginum, greiðir frá botnviðurskiftum á hvalvágunum í økinum (Gøturnar, Fuglafjørður, Funningsfjørður, Sundini og Tjørnuvík)
?Doreta Block greiðir frá grindakanningum og framhaldandi grinda-/hvalakanningum, og hvørjar ætlanir eru í ár
?Kári Thorsteinson, sýslumaður, kunnar um ymiskt í økinum
?Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavík, ymiskt viðvíkjandi grind serliga við atliti til býtið
?Orðaskiftið
Skráin mánakvøldið tann 13. mars á Sandi verður hendan:
?Jústines Olsen, djóralækni, kunnar um at drepa grind
?Greitt verður frá botnviðurskiftum á hvalvágunum í Sandoynni
?Greitt verður frá grindakanningum og framhaldandi grinda-/hvalakanningum, og hvørjar ætlanir eru í ár
?Ingibjørn Eldevig, sýslumaður, kunnar um ymiskt í økinum
?Fólk á staðnum greiða frá um grind
Fundirnir á Skála og á Sandi eru almennir. Øll eru vælkomin at lýða á og seta fram spurningar, og vónandi verður eitt gott og lívligt orðaskifti á fundinum bæði um lokal mál og úr tí stóra samanhanginum, sum eisini kann birta upp undir eitt víðari prát úti í bygdunum aftaná. Eitt av endamálunum við hesum fundinum er at seta í gongd eitt lokalt prát um grind, seta ungar kreftir við, har teir gomlu mugu geva frá sær. So ein áheitan á øll tey ungu: komið tit eisini við á fundirnar, tí vit eldru og gomlu hava brúk fyri tykkum og vilja fegnir seta ungar kreftir við, læra tykkum upp, so tit eisini kunnu bera henda partin av mentan okkara víðari. Og so mugu vit ikki gloyma alt matvirðið, ið er í eini grind. Hesin matur skal í allar mátar handfarast soleiðis, sum tað sømir seg í einum framkomnum samfelagi.