Landsbókasavnið fær javnan handritatilfar frá ymsum fólkum og stovnum at hava í varðveitslu.
Eitt nú áliggur tað Landsbókasavninum at hava eina handritadeild við handritum eftir føroyskar høvundar og handritum, ið annars lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu.
Herfyri fekk Landsbókasavnið forkunnugt danskt handrit um føroyska grindadrápið. Hann, ið skrivar handritið, kallar seg ‘opdagelsestejsende’ Viggo von Huneck. Heitið á handritinum er GRIND. Gengivet af Percy Hygom – baseret paa ikke tidligere kendte dagbøger af V v. H.
Myndirnar, sum fylla meginpartin í handritinum, eru eftir áður nevnda Percy Hygom.
Handritið er tíðarfest København 1963.
Tað er Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum, sum hevur fingið handritið til Føroyar, og hann hevur síðan latið Landsbókasavninum tað at hava í varðveitslu.
Í sambandi við handanina greiðir Óli Jacobsen soleiðis frá:
“Í februar var eg í Svebølle og helt fyrilestur um Onnu Evensen og hennara bók, og var hetta í tí økinum, har Anna búði síni seinastu ár, og har bókin var skrivað.
Í hesum sambandi hitti eg Ann-Marie Huneck. Mamma hennara var føroysk. Hon hevði liggjandi eina hondskrivaða bók hjá pápa sínum frá vitjan hjá honum í Føroyum.
Í bókini eru eisini nógvar frálíkar tekningar frá ferðini. Bókin við tekningunum er kanska nakað sarkastisk og ironisk, men hon er áhugaverd og stuttlig.”
Bókin hjá Onnu Evensen, sum Óli Jacobsen umrøður omanfyri, er útgáva av handriti, sum er í varðveitslu á Landsbókasavninum. Handritið er frásøgn hjá Onnu Evensen um gerandislív í Havn fyrst í farnu øld. Bókin við handritinum hjá Onnu Evensen, sum Óli Jacobsen hevur greitt til prentingar, hevur heitið Dagligdagur í 19. øld. Um Lützen og Evensenættirnar. Forlagið Tjørnustova gav út í 2013.
Nú verður nevnt um handritið GRIND, at frásøgnin er nakað sarkastisk og ironisk, og at hon er áhugaverd og stuttlig. Og kanska hava vit júst í hesum døgum, nú so nógv hóvasták verður gjørt burtur úr grindadrápinum, fyri neyðini at síggja alt hetta í meira skemtiligum dámi.
Handritið GRIND, ið er einar 70 síður, verður nú skrásett og gjørt klárt til varðveitslu á handritasavninum hjá Landsbókasavninum.
Landsbókasavnið hevur reglur um avhending, atgeingi og nýtslu av handritatilfari, sum vanliga plagar at vera frítt akomuligt og kann síggjast á staðnum. Og á Landsbókasavninum taka vit eisini fegin ímóti handritatilfari, sum fólk vilja lata savninum.