Grindavíkingar í hópatali stuðlaðu sínum kurvabóltskvinnum

Fá ting kunnu sameina samfeløg sum ítróttur. Tað sást sjón fyri søgn í Smárin-høllini í Reykjavík ígjár

Mynd: mbl.is

Hættisliga støðan í Grindavík ger tað eisini ógjørligt hjá grindavíkingum at spæla dystir í ítrótti á heimavølli í Grindavík.

 

Men grindavíkingar fella ikki í fátt. 

 

Grindavík eiga eitt gott lið í bestu íslendsku kvinnudeildini í kurvabólti, ið er ein rættiliga stór ítróttargrein í Íslandi.

 

Grindavík í bestu kvinnudeildini í kurvabóliti átti heimadyst móti Þór Akureyri, og hvørji vóru ráðini til at taka? Jú farið var í Smárin-høllina í Reykjavík at leika heimadystin móti Þór Akureyri.

 

Grindavíkingar í hópatali møttu í Smárin-høllini fyri at standa saman at stuðla kurvabóltskvinnunum.

 

Og tað gekk framúr væl. Grindavík vann ein greiðan 93-63 sigur og eru Grindavíkskvinnur næstfremst í bestu kurvabóltsdeildini við 12 stigum fyri átta dystir.

 

Keflavík er fremst í deildini við 14 stigum. 

 

Fá ting kunnu sum ítróttur sameina eitt samfelag. 

 

Mynd: mbl.is