info
Ongi úrslit

Grindin er hildin til

Tað gekk ógvuliga skjótt fyri seg í Sandagerði at halda grindini til, sum B68 fótbóltsspælarar funnu fyrr í kvøld

Jóannes Hansen
29. mai 2021 kl. 20:37

Enn hava vit einki frætt um, hvussu stór grindin er. Men hon er longu hildin til í Sandagerði, og drápið gekk væl, tí grindin gjørdi landgongd. Tað er nógv fólk í Sandagerði í góðveðrinum í kvøld.

Klokkan var farin av hálvgumsjey, tá ið B68 ferðalagið, sum hevði verið í Hvalba og spælt fótbólt, sigldi seg fram á grind.

Tað var nakað suður úr Borðini. Ovi Brim prestur, sum var ein av spælarunum umborð á skjóttgangandi bátinum, sum hevði fraktað toftamenn suður á Hvalba og nú var á veg norðuraftur, greiddi in.fo frá, at teir í dýrdarveðrinum vóru einsamallir hjá grindini, sum lá nakað suður úr Borðini.

Klokkan 20.05 var fyrsti bátur hjá grindini – umframt ferðalagið av Toftum í skjóttgangandi bátinum. Tá var grindin ein lítlan fjórðing suður úr Kirkjubønesi.

Síðani komu fleiri bátar aftrat, og klokkan hálvgumníggju var drápið liðugt.

Sum vit skilja tað, so er talan um ikki serliga stóra grind. Tað verður mett, at hon er umleið 30 hval.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

10 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

59 minuttir síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

2 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

3 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

3 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

4 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

4 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

5 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

5 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

6 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

6 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

7 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

7 tímar síðan