Grindin farin nakað úr landi

Fylgisveinagrindin hevur, síðan hon var merkt seinasta týsdag, ferðast millum oyggjarnar. Tveir dagar eftir merkingina var hon komin norður í Sundalagið, har hon støðaðist í tveir dagar. Náttina til sunnudag hevði grindin so flutt seg inn á Skálafjørðin.

- Um morgunin varð hon sædd innarliga á fjørðinum og ferðaðist út eftir. Tá hon kom út móti Saltnesgrynnuni, steðgaði hon á. Tá var avrátt at royna at reka hana út av fjørðinum. Hetta hepnaðist, og var hon síðan rikin nakað eystur um Nólsoynna.

Tað sigur Náttúrugripasavnið í tíðindaskrivi í kvøld.

- Grindin hevur síðan í gjár hildið kós í ein landsynning, og er hon nú komin út móti Sandoyarbanka, umleið 50 fjórðingar úr landi. Í morgin kann staðfestast, um hin eini hvalurin møguliga er við Fugloynna.

Sagt verður, at meðan grindin hevur verið millum oyggjarnar, hevur verið møguligt við móttakara at staðfest, at allir seks sendararnir senda, sum teir skulu.

- Grindin hevur stundum verið mett at verða nakað størri enn uppruna grindin, ið var merkt í Vági. Men Náttúrugripasavnið hevur staðfest, eftir at hava eygleitt grindina í Nólsoyarfirði, Sundalagnum og á Skálafirði, at tað enn er sami uppruna bólkur, ið telur umleið 30 hval.