Beint fyri miðdag varð ein grind hildin til í Vestmanna.
Hon varð funning í morgunn út fyri Slættanestanga, og raksturin gekk væl.
Jóni Durhuus, grindaformaður sigur, at drápið sjálvt gekst eisini væl.
Ein partur gjørdi landgongd, og tað gekk bæði skjótt og væl. Ein partur gekk tó eftir, og tá fyrri bólkurin var hildin til, var mannað um, og seinni bólkurin rikin inn á sandin, har eisini hann gjørdi landgongd, sigur Jóni Durhuus.
Nú klokkan eitt var grindin fingin yvir á keiina og sandurin reinur.
Enn er ikki talt upp, men eg vænti, at hendan grindin liggur um 100 hval, sigur Jóni Durhuus.
Hann dugir ikki at siga, hvussu grindin verður býtt.
Tað er nógv grind her norðuri, so eg dugi ikki at siga, hvussu býtt verður. Tað er so undir øllum umstøðum upp til sýslumannin, sigur Jóni Durhuus, grindaformaður.