Grindin nærkast Sandagerði

Klokkan var farin av átta, tá ið fleiri bátar vóru hjá henni, og nú gongur tað skjótt

Klokkan var farin av hálvgumsjey, tá ið B68 ferðalagið, sum hevði verið í Hvalba og spælt fótbólt, sigldi seg fram á grind.

 

Tað var nakað suður úr Borðini. Ovi Brim prestur, sum var ein av spælarunum umborð á skjóttgangandi bátinum, sum hevði fraktað toftamenn suður á Hvalba og nú var á veg norðuraftur, greiddi in.fo frá, at teir í dýrdarveðrinum vóru einsamallir hjá grindini, sum lá nakað suður úr Borðini.

 

Klokkan 20.05 var fyrsti bátur hjá grindini – umframt ferðalagið av Toftum í skjóttgangandi bátinum. Tá var grindin ein lítlan fjórðing suður úr Kirkjubønesi.

 

Síðani eru fleiri bátar komnir aftrat. Sum vit skilja tað, so er ætlanin at fáa grindina at gera landgongd í Sandagerði. Sum tað gongur nú, so verður tað ikki leingi, inntil teir vera í Sandagerði.