Grindin á Rosemary bankanum

Merkta grindin úr Vestmanna hevur seinastu tíðina ferðast í økinum við Rosemary bankan, ið liggur 80 fjórðingar suður úr Ytra banka.

Havstovan skrivar, at áðrenn hetta hevði grindin ferðast eina tíð í norðara kanti av Rockall bankanum, men fór síðan beina kós eystur móti bretska landgrunninum, áðrenn hon so vendi norður yvir aftur. Sostatt melur grindin framhaldandi aftur á aftur gamlar slóðir.

##med2##