Bátar eru komnir til grindina, ið bleiv funnin eystanfyri Nólsoy fyri eini løtu síðan. Hon hevur enn hug at leita suðureftir, men sjóvarfallið vendir um ein hálvan tíma ella so, so bátarnir liggja hjá henni fyri í løtuni. Tað sigur Bjarni Poulsen, grindaformaður.
- Vit liggja uttanfyri bygdina í Nólsoy. Sjóvarfallið vendir um ein hálvan tíma ella so, so kanska hon fer at venda tá. Grindin er nokkso stór, men eg dugi ikki at meta enn hvussu stór hon er, sigur Bjarni Poulsen.