Grindin var døglingar

Eingir hvalir vórðu dripnir í Skálafjørðinum

"Grindin," ið var fráboðað á Skálafjørðinum, vísti seg at vera døglingar.

 

Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at tá hvalirnir nærkaðust landi sóu menn, at talan ikki var um grind, men um døglingar.

 

- Teir vórðu tiknir burtur úr grindalógini aftur, og tí er ikki loyvt at drepa teir. Bátarnir hava tí rikið teir út frá aftur, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.

 

Døglingar verða av og á dripnir og skornir upp, men tá er talan um hval, sum sjálvur hevur svomið á land.

 

Tað gekk annars illa at reka hvalirnar, teir kavaðu illa og vóru torførir at reka inneftir. Vónandi gongur lættari at reka teir úr fjørðinum aftur.