Grindin, sum funnin varð í Nólsoyarfirði, verður ikki dripin kortini.
Ein grindamaður sigur, at grindin var ógvuliga spøk, og tá ið teir komu nærri henni, varnaðust teir, at fleiri hvalir vóru merktir. Uppi í voru hvalirnir, sum merktir vórðu í Vági í gjár.
- Tí gjørdu vit einki við hana, sigur hann.
Fyri løtu síðan svumu hvalirnir framvegis í Nólsoyarfirði.