Grindin verður merkt

Hvalirnir í grindini, sum Fagraenni fann í morgun, verður merkt seinnapartin við vísindi fyri eyga Fyrrapartin var ein lítil grind funnin suður úr Viðoynnni, og sýslumaðurin og grindaformenninir samdust beinanvegin um at bjóða hesa grind fram til Náttúrugripasavnið.

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum hevur bæði alment og á grindamannafundum sagt, at savnið kundi hugsað sær eina lítla grind at merkja fyri at fáa meira at vita um, hvussu grind ferðast o.a.

Hann er fegin um tilboðið úr Norðoyggjum. Tá ið boðini komu, var hann í aðrari uppgávu, sum ikki kundi farast frá, men á middegi fór hann norður í Hvannasund, har grindaformenninir goyma grindina.