Leiðarin á Sandoyar Kunningarstovu, Hanna á Reynatúgvu, sigur, at nú heystið er, og veturin stundar til, verður mest arbeitt við at fyrireika næstu summarvertíð.
- Men, vit eru ógvuliga spent upp á stóra tiltakið á Deplinum í Skálavík, sum verður leygardagin 8. november. Tað er Vakstrararætlanin fyri Sandoynna, sum skipar fyri, og fokus verður sett á ferðavinnu og matvøruframleiðslu í Sandoynni.
Hon vísir á, at Sandoyggin er væl vallað, og hon er gróðrarrík. Oyggin er kend fyri strendur, góð epli, gott skerpikjøt, vakrar bygdir og ektaðan bygdahugna.
Spurningurin á ráðstevnuni verður, hvussu sandoyggjafólk fáa brúkt alt hetta góða, so arbeiðspláss og vøkstur kunnu skapast.
- Tað er hetta, sum fokus verður sett á 8. november, sigur Hanna á Reynatúgvu.
Hon leggur aftrat, at á somu ráðstevnu verður eisini eitt spildurnýtt uppskot um ein ferðavinnupolitikk fyri oynna, sum ein bólkur hevur arbeitt við, lagt fram.
- Endamálið við uppskotinum er at skipa so fyri, at Sandoyggin verður fyrsta val hjá føroyskum familjum, síðuleypandi við, at útlendsk ferðafólk eisini hava áhuga fyri at vitja í oynni.
Hanna á Reynatúgvu sigur, at arbeitt verður fram ímóti, at øll, sum standa aftan fyri og skipa fyri ferðavinnutilboðum í Sandoynni, kunnu draga somu línu.