Gróðurin og nøringin hjá djóraæti á Landgrunninum eru ikki byrjað enn

Jákup Sverri kannaði í tíðarskeiðinum 20.-27. apríl havfrøði, plantuæti og djóraæti á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru nógvar fiskalarvur í sjónum og umráðandi er, at tær megna at finna føði. Kanningarnar vístu, at enn var gróðurin ikki komin í sjógvin og djóraætið gýtti sera lítið.

 

Tíðin má vísa, um, ella í hvønn mun, tað ávirkar yvirlivilsið hjá fiskalarvunum.

 

Hetta skrivar Havstovan á hav.fo, og har ber eisini til at lesa túrfrágreiðingina.