Gróðursetufólk á Lambareiði

Ein av teimum, sum fyri partar hevur havt sína dagligu gongd á Vegadeildini á Lambareiði, er Dyana Korjus. Hon hevur verið í starvslæru sum gróðursetufólk (”anlægsgartner”) hjá Runavíkar kommunu síðan á vári í 2021. Skúlan hevur hon tikið á flatlondum, og er hon higartil fyrsti og einasti næmingur sum hevur verið í starvslæru hjá kommununi.

 

Í farnu viku var góða prógv hennara hátíðarhildið í Skúlanum við Løkin. Vegadeildin var væl umboðað, og býarverkfrøðingurin, Marita S. Hentze, og borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, fluttu fram røður við haldið. Gávur vóru handaðar, og Dyana heldur fram sum gróðursetufólk hjá kommununi, skrivar runavik.fo.