Uppskotið skuldi havt rímuliga breiða undirtøku í Løgtinginum, tí umframt samgonguflokkarnar eru bæði Framsókn og Sjálvstýri við sum uppskotsstillarar. Tey, sum leggja uppskotið fram, eru Christian Andreasen fyri Fólkaflokkin, Helgi Abrahamsen fyri Sambandsflokkin, Kristin Michelsen fyri Sjálvstýri, Ruth Vang fyri Framsókn og Bill Justinussen fyri Miðflokkin.
Hesi tingfólk vilja samtykkja, at Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta tiltøk í verk, sum minka um útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 30 prosentum komandi 10 árini í mun til útlátið, sum var í 2010. Og at ein dagførdur veðurlagspolitikkur verður karmur um tíðarfesta virkisætlan komandi árini.
Í viðmerkingum til uppskotið vísa tey á, at Løgtingið og landsstýrið hava tikið undir við ávikavist Veðurlagssáttmálanum og París-avtaluni, sum nú leggja bindingar á heimsins lond um – eftir førimuni – at minka útlátið av vakstrarhúsgassi, so hitalagið á jørðini ikki hækkar meira enn í mesta lagi 1,5 - 2,0 stig við aldaskiftið samsvarandi tilmælinum frá altjóða veðurlagsnevndini IPCC.
– Okkara mál at minka útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 30 prosentum merkir, at í 2032 skal útlatið av vakstrarhúsgassi vera lægri enn 525.000 tons CO2- eindir í mun til umleið 750.000 tons CO2-eindir í 2010. Hildið verður, at talan er um eitt ambitiøst mál, tí ein 30 prosent minking í mun til útlátið í 2010 svarar til nærum 50 prosent minking í mun til útlátið, sum tað var í 2020, tá samlaða útlátið fór upp um 1 mió. tons CO2-eindir. Umroknað til olju merkir hetta, at oljunýtslan skal minka við einari helvt komandi 10 árini og fer hetta at raka allar útlátsbólkar í samfelagnum, sum vit kenna frá árligu uppgerðunum hjá Umhvørvisstovuni, siga uppskotsstillararnir.
Eitt uppskot til orku- og veðurlangspolitikki, dagfest 15. apríl í 2021, er gjørt við umleið 25 átøkum at minka um útlátið av vakstrarhúsgassið. Hetta uppskot er hjá lagt uppskotinum frá tingfólkunum.
Uppskotsstilararnir siga, at hetta uppskotið um veðurlagspolitikk hevur verið grundarlag undir politisku samráðingunum og sum ætlað sum karmur fyri, vhørji átøk skulu fremjast komandi árini.
– Tað eru sjálvsagt aðrir møguleikar eisini og frameftir fara óivað fleiri at vísa seg, og tí er einki til hindurs fyri, at fleiri átøk koma, sum fara at gera sítt til, at vit skjótari koma fram á grønu leiðini, siga tey og vísa á, at uppskotið til orku- og veðurlagspolitikk varð lagt fram í 2021, og síðani eru árstølini broytt samsvarandi politisku ynskjunum.
Tey skrivar eisini í viðmerkingunum, at øll tey 25 átøkini verða býtt ú á næstu trý árini, tó við undantaki av 9 (umhvørvisgjøld á oljurikin akfør) og átaki 24 (VO2-avgjald á olju).
– Grannalondini og nógv onnur lond hava fyri tíð síðani lagt slík gjøld á, og verða slík gjøld mett av serfrøðingum sum eitt gott og neyðugt amboð fyri at fáa fólk at leggja um frá olju til grønar loysnir. Nú oljuprísurin er søguliga høgur, verður ikki mett rætt at koma við øktum oljuavgjøldum nú. Heldur eigur hetta at verða tikið upp um eini tvey ár, har mett verður um, hvørt tíðin tá er búgving at áseta oljuavgjøld, siga uppskotsstillararnir.
##med2##
##med3##
Uppskotstillararnir skriva eisini í viðmerkingunum, at ynskiligt er, at landsstýrið arbeiðir tvørpolitiskt, so allir flokkar verða tiknir við upp á ráð, tá átøkini verða evnað til í smálutir. Við sjónvarpið í gjárkvøldið søgdu Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, at teirra flokkar ikki vóru við sum uppskotsstillarar, tí tey hildu ikki ætlanina vera nóg amitiøsa. Tær mæltu til, at útlátið verður minkað við 50 prosentum í mun til 2010. Men søgdu seg annars kunna taka undir við fleiri av átøkunum.
Málið kemur til viðgerðar á tingfundinum, sum byrjar klokkan 13, og tá er fjórða mál á skránni.