Grønidammur yviri við Strond í Havn sum hvarv

– Bland er komið í staðarnavnið yvir við Strond í Havn, har svimjarar leygardagin løgdust á Nólsoyarfjørð.

Grein úr Vikublaðnum hjá Miðlahúsinum 13. august 2014:

 

Tað sigur Hans Samuelsen í Havn, sum harmast um, at hann á hvørjum ári hoyrir, at »svomið verður frá Stóradammi yvir við Strond í Havn«.

 

– Tí har er eingin dammur, sum eitur Stóridammur. Tað rætta navnið er Grønidammur, sigur 78 ára gamli Hans Samuelsen, sum er uppvaksin í býlinginum kring Skansan í Havn og tí eigur nógv spor yvir við Strond.

 

Men Grønidammur er ikki til longur. Hann liggur í víkini niðan fyri Tórgarðshamar niðan fyri trøðna hjá Hans hjá Lisu (Debes) – ella niðanfyri og beint sunnan fyri reyðu húsini, har Radioamatørarnir og Føroya Ellisakfør halda til.

 

Hans Samuelsen sigur, at teir sum smádreingir plagdu at svimja í Grønadammi.

 

– Hann var ikki stórur, men vit fingu tikið nøkur tøk. Navnið hevur hann, tí vatnið var altíð grønt av grøna taranum, sum vaks í honum. Hann var eisini flógvur – helst av taranum, sum vaks í honum, greiðir Hans Samuelsen frá.

 

##med2##

 

Grønidammur er horvin, tí uppgangurin hevur fylt hann við eyri, gróti, jarni, betongklossum og øðrum tilfari, sum er skolað upp. Gamla Bukkvald hjá Tórshavnar kommunu liggur beint norðanfyri. Har koyrdi kommunan nógv avfall útav og langt út á sjógv. Tað er hetta avfall, sum er skolað inn í víkirnar sunnanfyri, og sum hevur fjalt Grønadamm.

 

Tá vit í síðstu viku var á staðnum saman við Hans Samuelsen, sóu vit tó farvegin av Grønadammi – og vatnið er framvegis grønt.

 

##med3##

 

Hvussu víkirnar kallast – ella um tær hava nakað navn, visti Hans Samuelsen ikki at siga. Men víkin sunnanfyri, beint niðan fyri Tórgarðsgøtu eitur Válgaravík, og skerið uttanfyri eitur Válgarin. Har er annar endin av Stóragarði, sum gekk úr Sandagerði kring alla Havnina í Válgaravík.

 

##med4##

 

Nesið norðan fyri víkina, har Grønidammer er, kallast Tórgarðsnes, og hamarin oman fyri vegin kallast Tórgarðshamari.

 

Hans Samuelsen vónar nú, at svimjararnir næstu árini fara at siga, at teir svimja frá Grønadammi yviri við Strond og ikki Stóradammi, sum í øllum føru ikki er til yviri við Strond í Havn.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##