Grønland: 591 tilburðir síðan mikudagin

Stór smittuspjaðing er í Grønlandi, serliga í størru býunum. Haraftrat sæst eisini veksandi smitta í fleiri býum og bygdum.

Tað er ikki frítt, at tølini av koronu-tilburðum í Føroyum og Grønlandi nú eru farin at líkjast.

 

Í langa tíð lógu Føroyar langt framman fyri Grønland í smittu, men seinastu tíðina hava tølini í Føroyum og Grønlandi ikki verið ólík.

 

Sermitsiaq veit í dag at siga, at 222 nýggir tilburðir eru staðfestir í Grønlandi seinasta samdøgur.

 

Hyggja vit eftir samlaða talinum av smittutilburðum síðan mikudagin, hevur Grønland havt heili 591 tilburðir.

 

- Hetta merkir, at stór smittuspjaðing er í Grønlandi, serliga í størru býunum. Haraftrat sæst eisini veksandi smitta í fleiri býum og bygdum.

 

Síðan mikudagin hava smittutølini í teimum býum, har smittan er størst, verið hesi:

 

Nuuk (498), Ilulissat (35), Narsaq (21), Sisimiut (12), Qasigiannguit (5), Kangerlussuaq (5) og Maniitsoq (5).

 

Seinastu dagarnar er smitta funnin í tilsamans 12 býum í Grønlandi.

 

Tilsamans fýra fólk eru innløgd, trý í Nuuk og ein í Ilulissat. Ein av teimum innløgdu liggur á intensivari deild.