Grønland: 9 ára gamal drongur læt lív á sletu

Syrgiliga hendingin fór fram, tá drongurin rendi á ein lyktapela.

 

Tíðliga seinnapartin hósdagin doyði ein 9-ára gamal drongur í einari sletuvanlukku í býarpartinum, Qinngorput, í Nuuk.

 

Syrgiliga hendingin fór fram, tá smádrongurin rendi á ein lyktapela.

 

Læknarnir hava nú kannað líkið, og kanningarnar staðfestu, at skaðarnir vóru so mikið álvarsligir, at tað ikki bar til at bjarga lívinum á dreinginum.

 

Tað vóru læknar á Dronning Ingrids Hospital, sum kannaðu líkið.

 

Sermitsiaq veit at siga, at nógvir borgarar í Qinngorput vóru á vanlukkustaðnum hóskvøldið, har teir tendraðu ljós og vístu teimum avvarðandi sína samkenslu.

 

Sagt verður úr Grønlandi, at ljósini, sum hava lýst á staðnum, eru fleiri ferðir skift, og í kvøld lýstu tey framvegis.

 

Qinngorput liggur umleið fimm kilometrar úr býarkjarnuni í Nuuk, og sambært Wikipedia merkið navnið "botnurin av okkara fjørði".

 

- Býarparturin, sum dregur yngri familjur at sær, er hin nýggjasti í Nuuk, og her er fokus á familjur við skúlabørnum, verður lagt aftrat.