Grønland: Eftirlýstur funnin í øllum góðum

Í Maniitsoq tóku løgregla og heilsustarvsfólk ímóti manninum, sum verður læknakannaður.

Í gjár skrivaði In.fo við Sermitsiaq sum keldu, at ein 64 ára gamal maður, sum var farin til útróðrar í einari jollu hósmorgunin, var eftirlýstur, tá hann ikki var komin aftur dagin eftir.

 

Maðurin var farin úr grønlendska býnum, Maniitsoq. Stór leiting hevur verið, bæði við sjóverjuskipi, tyrlu, eins og lokalir bátaeigarar eisini hava leitað eftir manninum.

 

Tað vóru tey avvarðandi, sum vóru órógvað, tá maðurin dagin eftir, at hann var farin út at fiska í jolluni, ikki var komin afturíaftur.

 

Men, í dag upplýsir Arktisk Kommando, at maðurin nú er funnin í øllum góðum av lokalum fólki í økinum.

 

Tá Arktisk Kommando í dag kunngjørdi gleðiligu tíðindini, vóru teir, sum høvdu funnið hin 64 ára gamla, á veg aftur til Manitsoq við manni og báti.

 

- Í Maniitsoq tóku løgregla og heilsustarvsfólk ímóti. Maðurin verður læknakannaður, tá hann kemur til lands, upplýsti Camilla Schouw Broholm, yvirfyri Sermitsiaq.