Grønland: Hin 18 ára gamli er funnin

Flemming Andreassen hevur verið saknaður, síðan hann mánamorgunin um 04-tíðina fór úr Kangaatsiaq til Aasiaat í einari lítlari jollu.

Nú seinnapartin í dag eru høvuðstíðindini í Sermitsiaq, at 18 ára gamli, Flemming Andreassen, sum hevur verið saknaður í Grønlandi, er funnin aftur í øllu góðum.

 

Eftir at hava leitað eftir unga manninum í næstan tvey samdøgur, vóru tað fólk í einari lokalari jollu, sum funnu mannin á Appat-oyggjunum, sunnan fyri Aasiaat.

 

Soleiðis kundi eisini familjan hjá unga manninum seinnapartin í dag fegnast um, at Flemming Andreassen er komin afturíaftur.

 

Familjan sigur við Sermitsiaq, at hin 18 ára gamli er heima aftur og hevur tað eftir umstøðunum gott. 

 

- Vit siga øllum, sum hava leitað, túsund takk - eisini øllum teimum sjálvbodnu, sum kveiktu okkum vónir, sigur familjan hjá manninum.

 

Flemming Andreassen hevur verið saknaður, síðan hann mánamorgunin um 04-tíðina fór úr Kangaatsiaq til Aasiaat í einari lítlari jollu.

 

Tá hann ongantíð kom til Aasiaat, settu avvarðandi seg í samband við løgregluna, og Arktisk Kommando og Grønlands Politi settu stóra leiting í verk.