Grønland: Makrelfiskiskapurin hevur gingið væl

Fskiskapurin er liðugur, og flestu feløg eru nøgd við fiskiskapin í ár, tó at øll kvotan ikki er uppfiskað.

 

- Makrelfiskiskapurin hevur gingið væl, og úrslitið er nøktandi.

 

Tað sigur trolaraleiðarin hjá Royal Greenland, Andrias Olsen, nú vertíðin fyri makrel og sild nærkast endanum.

 

Sermitsiaq endurgevur Andrias Olsen fyri at siga, at eftir fiskiskapin í altjóða sjógvi, hevur verið roynt at leita eftir makreli í Eysturgrønlandi, men har var tíverri eingin makrelur at finna.

 

Hetta segði hann við blaðið hin 18. september.

 

- Nú skulu vit gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði umborð í Tasiilaq, áðrenn skipið fer aftur í vinnu. 

 

Hann sigur, at skipið seinni fer at fiska sild og svartkjaft í føroyskum sjógvi.

 

Spurdur, um hann er nøgdur við makrelfiskiskapin í ár, sigur hann:

 

- Vit eru nøgdir við fiskiskapin í ár. Nøgd og prísir hava verið í lagi, og úrslitið er nøktandi. Vit hava fryst makrelin, sum gevur meira arbeiði til fólkið.

 

Tað er trolarin, Tasiilaq, sum hevur fiskað fyri Greenland Pelagic, sum upprunaliga hevði eina makrelkvotu á 6.548 tons, men sum við kvotuumbýti kundi fiska upp í 10.067 tons.