Grønland missir fólk

Fyri fyrstu ferð í 18 ár er fólkatalið í Grønlandi komið niður um 56.000 fólk

Grønlendskir ungdómar í stórum tali fara av landinum at útbúgva seg, men alt fleiri leita ikki heimaftur til Grønlands.

Ritzau skrivar, at seinsta uppgerðin av fólkatalinum í Grønlandi vísur, at 55.984 fólk búgva í Grønlandi. Hetta er fyrstu ferð síðani 1997, at fólkatalið er komið niður um 56.000 fólk.

- Stóri trupulleikin eru tey mongu ungfólkini, sum fara til Danmarkar at lesa. Tey eru ein væl útbúgvin bólkur, sum tosar fleiri mál, og alt fleiri av teimum koma ikki heimaftur til Grønlands eftir lesturin, sigur Birger Poppel, samfelagsgranskari á lærda háskúlanum í Nuuk, við Ritzau.

Hann heldur, at leypandi samband millum Grønland og tey lesandi í Danmark kann bøta um støðuna.

- Tey grønlendsku lesandi eiga í størri mun at verða boðin praktikkpláss í Grønlandi, og so er tað umráðandi, at bústaðartilboðini verða betrað. Tey skulu kenna á sær, at tey eru væl komin í Grønlandi, sigur Birger Poppel.